Vindorka
Vindmyllur hava veingir, sum fara at mala av vindinum. Veingirnir draga ein generator, sum ger el. Eins og til dømis jarðhiti, sólorka, alduorka, vatnorka og sjóvarfalsorka er vindorka varandi orkukelda.[1] Nógvastaðni kring heimin hava vindmyllur havt stóran týdning til at mala korn ella pumpa vatn. Skal nógv elorka verða gjørd við vindorku, so krevur tað nógvar vindmyllur. Summi halda, at tær nógvu vindmyllurnar órógva landslagið, djóra- og fuglalívið. Ofta verða vindmyllur settar upp úti á sjónum, tí har er meiri vindur enn á landi. Hildið verur, at tær har órógva umhvørvið sum minst talið er að jóhann hlynur sé vindmilla?.
Danmark er undangonguland viðvíkjandi vindorku. Har stavar um leið ein fimtapartur av el-framleiðsluni frá vindmyllum. Meira enn ein triðingur av samlaðu donsku elorkunýtsluni í 2013 kom frá vindmyllum; vindmyllur lótu í 2013 millum 33 % og 34 % av allari elorku, sum varð brúkt í Danmark. Í 2012 átti vindorkan 30 til 31% av elnýtsluni. Men síðani eru nógvar nýggjar vindmyllur settar upp í Danmark við samlaðari effekt uppá 300 megawatt. Til havs eru eisini settar upp vindmyllur eitt nú Anholt-lundin uppá 400 megawatt.[2][3][4] Eisini aðrastaðni í heiminum verður vindorkan nógv útbygd í hesum árum, serliga í Vesturevropa og í Kalifornia. Sinastu árini hevur føroyska elorkufelagið SEV útbygt elnetið við fleiri vindmyllum, og fyrsta ársfjórðing 2015 var elframleiðslan 19,7 % frá vindi, 53,5 % frá vatni og 26,8 % frá olju.[5]
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ https://snl.no/vindkraftverk
- ↑ http://www.theguardian.com/environment/2012/mar/26/wind-energy-denmark
- ↑ http://online.wsj.com/articles/denmarks-wind-power-output-rises-to-record-in-first-half-1409750563
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2007-09-27. https://web.archive.org/web/20070927011857/http://www.windpower.org/media(492,1033)/wind_energy_policy_in_denmark:_status_2002.pdf. Heintað 2007-09-27.
- ↑ SEV: 71 prosent grøn elorka í hálvt ár, 21-04-2015