Jump to content

Shinzo Abe

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Shinzō Abe.

Shinzō Abe (japanskt: 安倍 晋三, Abe Shinzō; føddur 21. september 1954 í Shinjuku í Tokyo, deyður 8. juli 2022 í Nara í Japan) var japanskur politikari. Hann var limur í Liberala demokratiska flokkkinum (LDP).[1]

Abe var forsætisráðharri í Japan frá 2006 til 2007 og frá 2012 til 2020. Hann var longst sitandi forsætisráðharri í japansku søguni. Báðu ferðirnar legði hann frá sær sum forsætisráðharri av heilsutrupulleikum.[2]

Tann 8. juli 2022 varð fyrrverandi japanski forsætisráðharrin skotin meðan hann helt røðu undir einum politiskum tiltaki í Nara-økinum har vesturi í Japan.[2] Shinzo Abe varð raktur av tveimum skotum, meðan hann á opnari gøtu stóð og helt røðu.[3] Hann doyði av løstum. Maðurin ið er tikin fyri at hava dripið Shinzo Abe, verður lýstur sum fyrrverandi limur í japonsku sjóverjuni. Sambært miðlum hevur hann játtað seg sekan og sagt, at hann var ónøgdur við fyrrverandi forsætisráðharran og vildi tí drepa hann.[4]

Ávísingar úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldutilfar

[rætta | rætta wikitekst]