Nevnd
Appearance
Ein nevnd er ein bólkur av fólki valdur, skipaður til at fyrireika ella granska ávís viðurskifti. Til dømis er ein nevnd í einari fyritøku tað næst hægsta stjórnin í einari fyritøku, uppiyvur stjórnini sum nevndin ásetur, og undir aðalfundinum sum ásetur nevndina.
Nevndin skal røkja yvirskipaðu og strategisku leiðsluna. Nevndin skal tryggja:
- eina fullgóða skipan av virkseminum hjá felagnum
- nøktandi bókførslu og roknskaparframløgu
- mannagongdir fyri váðastýring og innanhýsis eftirlit
- at stjórnin útinnir sínar uppgávur á ein hóskandi hátt
- at felagið hevur eina fullgóða kapitaltilbúgving
- at nóg nógv gjaldføri er í felagnum til at kunna lúka skyldur felagsins, so hvørt sum tær fella til gjaldingar