Kvalaraslanga
Appearance
Kvalaraslangan er ein stór slanga, sum tekur sín fong við kjaftinum. Hon sveipar seg um fongin og kroystir hann, til hann kvalist. Kjálkabeinini kunnu gapa so nógv, at fongurin verður etin í einum. Eftir hetta er kvalaraslangan mett í fleiri mánaðir. Kvalaraslangur halda til í tropiska partinum av Mið- og Suður-Amerika. Kvalaraslangur kunnu gerast 4 metrar langar og viga meiri enn 45 kilo. Kvalaraslangur eru skriðdjór og hoyra til slangufamiljuna. Størsta kvalaraslangan, sum higartil er mátað, var 5,5 metrar long.
Kvalaraslangan etur alt, sum hon fatur á, bæði apur, fugl, hjørtir og villsvín. Kvenndjórið kann leggja heilt upp í 60 ungar. Nýføddu ungarnir eru bara 60 sentimentrar langir, men halda fram at vaksa øll 25-30 árini, teir liva.