Jump to content

Hafez

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Hāfez, persiskt manuskript, 1800-tallið

Shams al-din Hafiz ella Hafez (í veruleikanum: Khwāje Šamsod-dīn Mohammad Hāfez-e Šīrāzī, خواجه شمس‌الدین محمد حافظ شیرازی ; føddur 1320 í Shiraz í tí núverandi Iran, deyður 1390 í Shiraz) var ein persiskur yrkjari og mystikari.

Hafez verður sæddur sum ein persiskur/iranskur tjóðaryrkjari, og yrkingar hansara verða enn nýttar. Yrkingarnar eru skrivaðar í forminum ghazal, við dupultum versum og monorímum. Skaldskapur hansara umfatar millum 500 og 600 yrkingar, tó fær hann æruna fyri at hava skrivað í minsta lagi 709 yrkingar. Standardútgávan Divân-e Hâfez inniheldur umleið 500 yrkingar.


Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið