Brian Welch
Brian Phillip "Head" Welch (f. 19. juni 1970, Kalifornia) vaks upp í Bakersfield, Kalifornia. Hann var bert 11 ára gamal, tá hann tók gittar í hond og fann sítt kall. Eftir High School var Head við at stovna nu-metal bólkin Korn. Bólkurin fekk skjótt suksess. Teir vunnu Grammy heiðirslønir og seldu fløgur í hópatal (multi-Platinum). Meðan Head var ein partur av Korn, fekk hann 6 Grammy nomineringar, vann tvær, og seldi uml. 40 milliónir fløgur runt um heimin.
Tíðliga í 2005 skakaði Head tónleikaheimin, tá hann almannakunngjørdi, at hann ætlaði at gevast í Korn. Head valdi at taka seg úr villa Korn lívinum, so hann kundi halda fram at taka sær av dóttrini. Eisini gav Head sítt lív til Kristus við tí fyri eyga at nema við lívi hjá menniskjum, og at geva til tey, sum høvdu tørv á hjálp. Bert mánaðar eftir at Head var givin í Korn, fór hann til India og opnaði sítt fyrsta Head home. Eitt barnaheim, sum tryggjar heim, mat og útbúgving til umleið 200 foreldraleys. Head gjørdi eisini ymiskt vælgerandi arbeið í Amerika.
Head legði stóran dent á, at hóast hann var givin í Korn, hevði hann ikki tikið seg úr tónleika- og undirhaldsvinnuni. Gjøgnum tónleik og aðrar undirhaldsmiðlar, vildi Head broyta ungdómin. Við hesum í huga skrivaði Head sína lívssøgu, Save Me From Myself, sum HarperCollins gav út í juli í 2007. Bókin gjørdist skjótt ein best sellerari, og forlagið var so væl nøgd, at tey heldur enn fegin vildu, at Head skuldi skriva eina bók afturat. Hendan bókin, Washed by Blood, var útgivin 24. juni 2008. Washed by Blood er ein endurútgáva av fyrru bókini, sum hóskar betur til ein yngri lesaraskara. Head er júst liðugur við sína triðju bók. Bókin verður útgivin í 2010.
Í 2008 gav Head sína fyrstu solofløgu út. Hon kallast Save Me From Myself. Head hevur sjálvur skrivað orð og løg, og eisini spælir Head lead gittar og syngur. Head fekk hjálp frá fleiri viðurkendum tónleikarum so sum Josh Freese (trummur - A Perfect Circle, Nine Inch Nails) og Tony Levin (bass - Peter Gabriel). Fyrstu mánaðarnar av 2008 legði Head siðstu hond á fløguna.
Fløgan var givin út av Ryko Distributin (Warner Music Group); Word Enternainment (Christian market) og Warner Music International (ADA Global Canada). Save Me From Myself kom inn sum nummar 13 á Billboards Hard Rock listan. Útgávan verður søgd at vera ein "heavy metal epic, with a positive message." Fløgan hevur fingið sera góð ummælir av viðurkendum tónleikafólkum. http://bits.wikimedia.org/skins-1.5/common/images/button_image.png Archived 2010-03-23 at the Wayback Machine 9. septembur fór Head á eina 30 daga turné, har hann spældi á teimum traditiónellu spælistøðunum, men eisini á kristna tónleikapallinum. Umvendingin og andaligheitin hjá Head er blivin sera væl móttikin. Sjálvt av konservativum kristnum organisatiónum so sum CBN (Pat Robertson - The 700 Club), sum síggja at Head hevur møguleika at røkka marknaðum, sum aðrar traditionellar kristinar organisatiónir ikki hava møguleika at røkka. Head hevur fingið nógvan stuðul frá kristnum fjepparum. Eisini hevur Head verið at sæð í sjónvarpsrøðini L.A. Ink og VH1s Top 100 Rock Songs.
Á vári 2009 kungjørdi Head, at hann hevði valt tónleikarar til orkestrið - Michael Valentine (bass); Scott Von Heldt (gittar); Ralph Patlan (gittar); Brian Ruedy (tangentar, programmering) og Dan Johnson (trummur). Teir spældu nakaðí 2009, og eru nú til reiðar turnera fulla tíð í 2010. Head og bólkurin hava verið í Nashville í Tennessee, og tikið upp næstu fløguna saman við grammy nomineraða framleigaranum Rob Graves (RED, PILLAR). Fløgan verður útgivin í 2010.
Slóðir úteftir
[rætta | rætta wikitekst]