Argentina
| |||
Tjóðarslagorð: En unión y libertad | |||
Tjóðsangur: Himno Nacional Argentino | |||
Alment mál | Spanskt | ||
Høvuðsstaður | Buenos Aires | ||
Forseti | Javier Milei | ||
Varaforseti | Victoria Villarruel | ||
Fullveldi | 25. mai 1810 (frá Spania) | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
2 780 400 km² 1,1 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2011 - tættleiki |
40 518 425 14,4/km² | ||
Gjaldoyra | Argentinskur peso (ARS) | ||
Tíðarøki | UTC -3 | ||
Økisnavn á alnetinum | .ar | ||
Telefonkota | +54
| ||
Argentina (Spanskt: República Argentina) er eitt land í Suðuramerika. Í vestri hevur Argentina mark við Kili, í norðri við Paraguei, Bolivia og Brasil, í eystri við Uruguei. Høvuðsstaður er Buenos Aires, og landið hevur umleið 40 milliónir íbúgvar.
Argentina hevur kravt rættin til Falklandsoyggjar síðan bretar hertóku tær í 1833. Í 1982 gjørdu argentiskar herdeildir innrás á oyggjunum, men vórðu riknar avstað aftur av bretum eftir kríggj í tveir mánaðir.
Søga
[rætta | rætta wikitekst]Tann 24. mars 1976 tók herurin í Argentina valdið við eitt kvett og fór undir at forfylgja politiskum mótstøðufólkum við harðari hond. 30 000 fólk vórðu dripin ella hvurvu. Tjúgu ár seinni stovnaðu synir og døtur hjá teimum horvnu felagið Hijos, sum stríðist fyri at fáa tey, sum høvdu ábyrgdina av drápunum at standa til svars fyri sínar gerðir. Hernaðarstýrið hevði vanrøkt landið. Búskapurin lá í skeljum, og royndirnar hjá Alfonsin at endurreisa hann miseydnaðust. Í 1989 var javnan ófriðarligt, tí at mattrot var, og virðisminkanin var 200 % um mánaðin. Í mai 1989 varð Peronisturin Carlos Menem (f. 2. juli 1930) valdur at taka við eftir Alfons. Hann setti strong búskapartiltøk í verk, seldi tjóðarrikin ídnaðarvirki og mangt annað, ið tyngdi búskapin. Menem varð aftur valdur sum forseti í 1995.
Meðan Alfonsin var forseti, vórðu mangir oddamenn fyri gamla hernaðarstýrinum ákærdir fyri at hava brotið mannarættindini. Fleiri kvettroyndir vórðu gjørdar ímóti Alfonsin sum hevnd fyri, at hann dró mangar teirra til svars, tá ið hernaðarstýrið hevði valdið.
Í mong ár hevði Argentina kravt yvirvaldsrættin yvir Falklandsoyggjum, har bretar ráða, og í 1982 tóku argentinskar herdeildir oyggjarnar. Eftir stutt, men hart kríggj, tóku bretar oyggjarnar aftur. Forsetin í Argentina, Galteri herovasti, legði frá sær, og stutt eftir loyvdi hernaðarstýrið størri frælsi. Politiskar rørslur fingu loyvi at virka og í 1983 varð frælst val í landinum. Og á fyrsta sinni í 17 ár tók ein fólkavald stjórn við valdinum í landinum. Nývaldi forsetin, Raúl Alfonsin (f. 13. mars 1927), setti strong búskapartiltøk í gildi til tess at vinna á ovurstóru virðisminkanini.
Landafrøði
[rætta | rætta wikitekst]Argentina hevur eina vídd á umleið 2,8 milliónir kvadratkilometrar, og er harvið tað næststørsta landi í Suðuramerika. Landið strekkir norður-suður og er eftir longdini 3 694 km, meðan strekkið frá vestri til eystur á tí breiðasta staðnum er umleið 1 423 km. Landið hevur í eystri mark til Atlantshavið, í vestri til Kili, í norði til Bolivia og Paraguai, og í ein landnyrðing til Brasil og Uruguai.
Mark til | Longd[1] |
---|---|
Bolivia | 742 km |
Brasil | 1.132 km |
Kili | 5.308 km |
Paraguai | 1.699 km |
Uruguai | 495 km |
i alt* | 25.728 km |
* íroknað strandarlinju |
Fjallalandslag og kend fjøll
[rætta | rætta wikitekst]Í argentinsku Andesfjøllunum eru fleiri sera høg fjøll, ið eru yvir 6.000 m – eitt nú Amerikas hægsta fjall, Aconcagua ið er 6 962 m høgt, umframt tvær tær hægsu vulkanirnar á jørðini, Ojos del Salado á 6 880 m og Monte Pissis á 6 795 m. Í syðra parti av Andesfjøllunum eru fjøllini minni, og fleiri teirra eru fjald í kava orsakað av tí slavna og kalda veðurlagnum.
Í Sierras Pampeanas eru høg punkt sum Sierra de Famatina í landslutinum La Rioja ið er yvir 6.000 m.
Búskapur
[rætta | rætta wikitekst]Fyri aðru ferð í 13 ár hevur Argentina ikki hildið krøvini um at rinda aftur statslánsbrøv til íleggjararnar, og tað er orsøkin til at Standard & Poor’s í juli 2014 metti landið at vera farið á húsagang. Talan er um eina lutfalsliga lítla upphædd upp á $539 milliónir dollarar í rentum – umleið tríggjar milliardir krónur – sum amerikanski hægstirættur hevur avgjørt skuldi verið goldið á midnátt. Dómstólurin staðfesti, at Argentina ikki kann rinda pengar til teir íleggjarar, sum vóru við í skuldarsaneringini, uttan eisini at rinda til teir íleggjarar, ið sýttu fyri at vera við í avtaluni. Málið var fyri í amerikanskum dómstólum, tí at lánsbrøvini vórðu útskrivað sambært amerikanskari lóg. Í 2002 fór Argentina eisini á húsagang. Tá fekk landið eina skuldarsanering - ta størstu av slíkum slag, sum nakrantíð er givin. 70 prosent av skuldini varð avskrivað, men einstakir íleggjarar hava stríðst ímóti, og hava við amerikanskar dómstólar vunnið rættin til teirra pengar [2].
Fólkið
[rætta | rætta wikitekst]Útbúgving
[rætta | rætta wikitekst]Sagt verður at Argentina hevur tí bestu útbúgvanarskipanina í Suðuramerika. Tey størstu liggja í Buenos Aires, Cordóba, Mar del Plata og Mendoza. Serligani er tað væl umtókt hjá amerikumonnum at fara og fáa sær útbúgvin í Argentina, av tí hon er ókeypis. Eisini fleiri evropear nema sær útbúvin í Argentina.
Politikkur
[rætta | rætta wikitekst]Argentinska grundlógin nevnir ikki neyvt, um tað er ein treyt, at hjúnarbond eru millum mann og kvinnu. Tí er tað upp til hvønn einstakan landslut, um tey loyva samkyndum pørum at giftast, ella ei.
Landslutir
[rætta | rætta wikitekst]Argentina er býtt sundur í 23 landslutir (provincias, eintal – provincia), og eitt føderalt distrikt (distrito federal).
|
Ítróttur
[rætta | rætta wikitekst]Argentina er ein av heimsins størstu fótbóltstjóðum og Fótbóltslandsliðið hjá Argentina hevur vunnið HM í fótbólti tvær ferðir (1978, 1986) og hevur harafturat verið í finaluni tvær ferðir. Teir vunnu enntá OL-gull í mansfótbólti á Summar-OL 2004 í Athen í Grikkalandi og í 2008 í Peking, Kina. Argentinsk fótbóltsfeløg sum CA Boca Juniors og CA Independiente hava havt stóra altjóða framgongd og eru saman við CA River Plate, sum er tað felagið ið hevur vunnið argentinska meistaraheitið flestar ferðir, millum tey kendastu og best umtóktu fótbóltsfeløg í Suðuramerika. Fótbóltsstjørnan Diego Maradona er sera kendur og vælumtóktur, men listin yvir framstandandi argentinskar fótbóltsleikarar gjøgnum árini er stórur og hevur nøvn sum t.d. Alfredo Di Stefano, Enrique Omar Sivori, Antonio Sastre, Guillermo Stabile, Amadeo Carrizo, Ernesto Grillo, Omar Oreste Corbatta, Adolfo Pedernera, Mario Alberto Kempes, Angel Amadeo Labruna, Daniel Alberto Passarella, Ricardo Enrique Bochini, Gabriel Omar Batistuta, Juan Sebastián Verón, Lionel Messi og Gonzalo Higuaín .
Argentina hevur eisini klárað seg væl innan kurvabólt og vann OL-gull í kurvabólti hjá monnum á Summar-OL 2004 í Athen í Grikkalandi.
Aðrar vældámdar ítróttagreinar í Argentina eru: Tennis, hestapolo, rugby, landhockey, nevaleikur og golf.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "Quelle: Instituto Geográfico Militar". http://www.indec.mecon.ar/nuevaweb/cuadros/1/d010104.xls. Heintað 2005-11-09.
- ↑ http://www.usatoday.com/story/money/business/2014/07/31/countries-near-bankruptcy/13435097/