AFC Bournemouth
Appearance
Athletic Football Club Bournemouth er eitt fótbóltsfelag heimahoyrandi í enska býnum Bournemouth. Besta liðið leikar í næstovastu ensku fótbóltsdeildini, EFL Championship.[1]
Felagið varð sett á stovn í 1899 við navninum Boscombe FC. Í 1923 varð felagið valt inn í The Football League og navnið varð broytt til Bournemouth and Boscombe Athletic FC. Í 1972 fekk felagið núverandi heitið.
Besta liðið, við kelinavninum "The Cherries", spælir sínar heimadystir á Dean Court í Bournemouth. Býurin er á suðurstrondini í Onglandi, sunnan fyri Salisbury og nakað miðskeiðis millum býirnar Southampton og Dorchester.
Slóðir úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Almenna heimasíðan: afcb.co.uk
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Sky Bet Championship, efl.com