Samkyndleiki
Samkyndleiki ella Samkynd er heiti, ið lýsur kynsligt samlív, eyðkent við kensluligum og/ella kropsligum atdrátti at persóni av sama kyni. Hugtøkini samkynd og hinskynd kunnu skiljast sum lutfalslig hugtøk í hvør sínum enda av eini samanhangandi røð, har í tvíkynd er eitt stað í miðjuni. Grundin til, at summi fólk eru samkynd, hevur altíð verið ein umstríddur spurningur, ið kjakast hevur verið dúgligani um. Tað er eitt klassiskt dømi um spurningin um arv ella umhvørvi, lívfrøði ella sálarfrøði.
Um 4 % av øllum menniskjum eru samkynd [1]. Eitt tal, sum tó broytist frá kanning til kanning. Eisini djór eru samkynd.
Heiti
[rætta | rætta wikitekst]- Samkynd lýsur bæði mann og kvinnu, hvørs kynsliga samlív er við ein av sama kyni.
- Ein samkynd kvinna kan nevnast lesbisk. Heiti stavar frá tí gríksku oynni Lesbos, har kvinnuligi yrkjarin Sapfo skrivaði kærleiksyrkingar til gentur.
- Ein samkyndur maður kan nevnast gjeikari ella bøssi. Fyrr vóru orðini niðrandi, men roknast nú sum partaleyst (sum svenskt bög, enskt: gay og týskt: schwul).
- Kynsvillingar er eitt orð, ið sipar til, at atdrátturin hjá samkyndum við ein av sama kyni er orsakað av, at ein er vilstur á ein ella annan hátt. Orðið verður vanliga roknað sum niðrandi.
Djór
[rætta | rætta wikitekst]Tað finnast prógv fyri samkyndleiki í 1500 ymiskum sløgum av djórum, harímillum fiskar, insektir, fuglar og seyðir, oksar og apur [2]. Djór, sum hava fleiri makar, og djór, sum eru monogam, kunnu hava samkynd forhold.
Føroyar og Danmark
[rætta | rætta wikitekst]At vera samkyndur hevur verið loyvt í Føroyum síðan 1933, tá tað bleiv gjørt lógligt í Danmark. Samstundis bleiv aldursmark fyri samkynd parlag set til 18 ár. Síðan bleiv tað í 1988 gjørt kynspartaleyst og harvið sett til 15 ár[3]. Grein 266b í revsilógini kom í gildi 15. desember 2006 við 17 stemmun fyri og 15 ímóti, hon staðfestir at samkynd skuldu verða vard ímóti niðurgerð. Miðflokkurin hevur fleiri ferðir tosa ímóti, at grein 266b skuldi koma í gildi í Føroyum[4][5]. Í Føroyum arbeiðir felagið LGBT Føroyar fyri rættindum og trivnaði fyri sam- og tvíkyndar føroyingar.
Fyrsta juli í 2010 kom lógarbroyting í gildi í Danmark, sum gav skrásettum samkyndum pørum sama rætt sum hjúnum at ættleiða børn. 15. juni 2012 varð lógin um skrásett parlag avtikin í Danmørk, og samkynd kundu frá tí degi giftast eftir somu lóg sum hinskynd pør, eftir Hjúnabandslógini (Ægteskabsloven). [6] Samkynd pør kunnu nú bæði ættleiða børn hjá hvørjum øðrum og søkja um at ættleiða fremmand børn eftir somu reglum, sum galda fyri hjún. Samkyndar kvinnur, ið fáa børn við ísáing, fáa felags foreldramynduleika yvir barninum saman við hjúnafelagnum. Í Føroyum var onki av hesum galdandi fram til 2016, tá ið uppskot um at seta í gildi fyri Føroyar donsku hjúnabandslógina varð samtykt í Løgtinginum. Munurin er tó, at danska lógin ikki skal koma í gildi í Føroyum fyrr enn vissa er fingin fyri, at samkynd pør ikki kunnu fáa borgarliga hjúnarband sítt signa í kirkjuni.
Samkyndir menn kunnu framvegis ikki lata blóð í Føroyum.
Seinni heimsbardagi
[rætta | rætta wikitekst]Tá Adolf Hitler var einaveldisharri, avgjørdi hann, at bólkar av øðrvísi fólkum skuldu avrættast, herundir jødar og samkynd. Meðan jødarnir fingu eina gula dávidsstjørnu á bringuna, fingu samkyndir ein ljósareyðan tríkant. Teir, sum yvirlivdu krígstíðina, vórðu ikki leyslatnir, tá ið tey sameindu tóku valdið í Týskland. Í staðin vóru teir fluttir til onnur fongsul at sita dómin fyri at vera samkyndir, ið teir høvdu fingið áðrenn kríggið. Rættargongdin í Nürnberg vildi aldrin viðgera mál viðvíkjandi samkyndu fangunum, og teir fingu heldur einki endurgjald eftir kríggið. Tey árini, samkyndir krígsfangar høvdu sitið í fangatippi, vóru enntá drigin frá í fólkapensjónini.
Sjálvmorð
[rætta | rætta wikitekst]Tað er eitt sindur síðani, at granskingarútslit fyrst gjørdu vart við, at sjálvmorðsroyndir eru nógvar ferðir vanligari millum samkynd enn millum onnur fólk [7][8]. Ein amerikonsk kanning frá 1998 av samkyndum dreingjum í framhaldsskúlunum í aldrinum 15 til 22 vísti, at í mun til restina av fólkinum, t.e. javngamlar dreingir, royndu næstan sjey ferðir so nógvir av hesum dreingjum at beina fyri sær, ella ávikavist 28 % og 4 % [9].
Higartil mest umfatandi norðurlendska kanningin av vælferð og umstøðum hjá samkyndum varð gjørd í 1999 í Noregi. Har kom fram, at 16 % av gjeikarunum og 20 % av teimum lesbisku høvdu onkuntíð roynt at forkomið sær [10]. 88 % vóru undir 25 ár, tá ið tey gjørdu hesa roynd. Fjórða hvør menniskja undir 25 ár hevði minst eina sjálvmorðsroynd á baki. Tøl siga ikki allan sannleika, men tey, sum eru nevnd her, benda á, at tíðleikin av sjálvmorðsroyndum í Norðurlondum er upp til fimm ferðir so høgur millum samkynd sum millum fólk annars.
Slóðir
[rætta | rætta wikitekst]- LGBT Føroyar
- Friðarbogin Archived 2009-11-18 at the Wayback Machine
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ http://www.avert.org/gay-people.htm
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-02-10. https://web.archive.org/web/20110210172226/http://www.news-medical.net/news/2006/10/23/20718.aspx. Heintað 2010-04-21.
- ↑ ANSO
- ↑ "Bill Justinussen - Tað fer ongantíð at henda.". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-07-20. https://web.archive.org/web/20110720202952/http://www.midflokkurin.fo/default.asp?page=3&id=207. Heintað 2010-03-28.
- ↑ "Egin Henriksen - Beinta Løve Jacobsen og aðrir Talibanar". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2009-05-30. https://web.archive.org/web/20090530020448/http://www.midflokkurin.fo/default.asp?page=3&id=388. Heintað 2010-03-28.
- ↑ kristeligt-dagblad.dk - Vielse af homoseksuelle
- ↑ http://www.nrk.no/nyheter/distrikt/nrk_nordland/5008761.html
- ↑ http://tidsskriftet.no/article/588706
- ↑ http://www.safeschoolscoalition.org/SuicideamongGLByouth.html[deyð leinkja]
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-02-06. https://web.archive.org/web/20120206011556/http://kilden.forskningsradet.no/c16880/artikkel/vis.html?tid=43575. Heintað 2011-07-13.