Yvirgangsfólk er fólk, sum við harðskapi søkja at húsum og ósekum fólkum, til tess at ávirka ella noyða myndugleikarnar at ganga undir krøv og treytir teirra, sum søkja at. Orðið terror, yvirgangur, kemur úr fronskum terreur, sum merkir ræðsla. Yvir gangsfólk koma ofta úr kúgaðum fólkabólkum, sum royna at ræða mótstøðu fólk síni til eftirlæti ella gera vart við sína støðu í fjølmiðlunum. Tá ið tey hava ripað til, seta tey seg stundum í samband við miðlarnar og átaka sær skyldina, og eftir tað varir tað ikki leingi, fyrr enn heimurin veit, hvat er hent og hví. Serliga eftir Seinna Heimsbardaga er talið av bólkum og rørslum, sum brúka yvirgang fyri at røkka málinum, vaksið. Málið er sum oftast eitt tjóðskaparligt stríð fyri sjálvræði ella eitt stríð fyri at náa einum politiskum endamáli við at skapa ruðuleika í samfelagnum.

Yvirgangsálopið í New York tann 11. september 2001.
Fatah varð stovnað í endanum av 1950-árunum við tí endamáli at taka av statin Ísrael fyri so at stovna ein palestinskan stat.

Millum átrúnaðarligar trúarbólkar eru yvirgangsfólk, sum vilja "gera heim in betri", sum í Tokyo í 1995, tá ið ein trúarbólkur breiddi ógvuliga eitrandi gass út í undirgrundarbreytini. Tólv fólk doyðu av gassinum, og fleiri gjørdust ógvuliga sjúk. Yvirgangsfólk siga seg arbeiða fyri eini góðari søk og halda seg eisini hava rætt til at drepa púra ósek fólk, sum av tilvild koma fyri, tá ið tey leypa á. Tey eru ofta til reiðar til at lata sítt egna lív sum sjálvmorðsbumbufólk. Dømi um yvirgangsfelagsskapir í okkara tíð eru ETA, sum vil fría Baskaland frá Spania, katólska IRA, sum í nógv ár stríddist fyri at gera Norðurírland frælst frá Stórabretlandi, og palestinska Hamas, sum berjist móti Ísrael. Harumframt eru fleiri islamskir felagsskapir, sum hava ymisk politisk endamál við yvirgangi sínum (t.d. Al-Qaeda). Ríkisyvirgangur verður tað nevnt, tá ið eitt ríki fremur yvirgang móti sínum egna fólki, ella parti av fólkinum, fyri at ræða fólk til at verða lýðin.

17.958 menniskjur doyðu av yvirgangi í 2013. Tað er 61 prosent fleiri enn árið frammanundan.[1] 80 prosent av øllum yvirgangsálopum verða framd í fimm londum. Tey eru Irak, Pakistan, Afganistan, Nigeria og Sýria. Irak er tað landið, ið er harðast rakt av yvirgangi. Í 2013 doyðu 6.362 menniskjur av yvirgangi. Tað er øking á 164 prosent frá 2012. 25 lond vóru útsett fyri yvirgangsálopum, har fleiri enn 50 menniskjur doyði. Í 75 londum vóru ongi yvirgangsálop. Fýra yvirgangsfelagsskapir hava ábyrgdina fyri 66 prosent av teimum, ið eru deyð í yvirgangsálopum. Teir yvirgangsfelagsskapirnir eru Islamski Staturin (IS), Al-Qaeda, Taliban og Boko Haram í Nigeria. Ongin deyðsføll vóru í 50 prosentum av øllum yvirgangsálopum í 2013. Síðani 1960-árini, eru bara 7 prosent av teimum yvirgangsbólkum, ið eru upploystir, upploystir vegna hernaðarliga uppíblanding.[2][3]

Kelduávísingar

rætta
  1. http://www.bbc.com/news/world-30086435
  2. http://www.rappler.com/nation/75640-philippines-global-terrorism-index
  3. http://www.gmanetwork.com/news/story/389129/news/nation/global-terrorism-index-phl-9th-country-most-affected-by-terrorism-in-2013
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið