William Gibson Sloan
William Gibson Sloan (Gamli Sloan) var borin í heim 4. september 1838 í Dalry í North Ayrshire, Skotlandi. Foreldur hansara vóru Nathanael og Elisabeth Sloane (Sloan), sum búðu í býarpartinum Bridgend í Dalry. William gjørdist upprunaliga trúboðari, útsendur av The Religious Tract and Book Society of Scotland, í Hetlandi og Orkney.
Meðan hann var í Hetlandi fór Sloan at halda seg afturat baptistasamkomuni í Lerwick, og hann varð doyptur í 1864 í Lerwick. Hóast hetta gjørdist hann ongantíð baptistur sjálvur. Hann fann ongan skilnað millum trúgvandi í skriftini; men var sannførdur um, at tað fanst bara ein samkoma, samkoma Guds. Tað var við hesi sannføring at hann, eftir at hava hoyrt um Føroyar frá hetlendskum sjómonnum, kendi Guds kall at koma til Føroya sum evangelistur í 1865.
Hóast lítið sást til úrslit av evangeliska arbeiði Sloans tey nógvu fyrstu árini, so "gav Gud vøkst" í ríkt mát við tíðini, og Brøðrasamkomurnar vuksu. Nú hoyra uml. 12% av øllum føroyingum til hesar samkomur. 4. september 1914 andaðist William Sloan á sínum 76 ára føðingardegi í heimi sínum í Tórshavn.
Familja
rætta11. oktober 1881 giftist William Sloan í Glasgow Elsebeth Isaksen (Elspa) í Geil, sum tá var 24 ára gomul. William og Elspa Sloan fingu seks børn: Poul (f. 1882), Elisabeth (Betty) (f. 1887), Archibald (f. 1890), Cathrine (f. 1892), Anna Elisabeth (f. 1895) og Andrew (f. 1896). Elspa sat einkja til hon doyði 4. juni 1939.
Bókmentir
rætta- Sigurd Berghamar: -men Gud gav vøkst – um William Sloan og fyrstu samkomurnar, Forlagið Afturljóð, Tórshavn 1992
- Fred Kelling: Fisherman of Faroe – William Gibson Sloan, Leirkerið Publications, Gøta Faroe Islands 1993
- Tórður Jóansson, PhD: Brethren in the Faroes - An Evangelical movement, its remarkable growth and lasting impact in a remote island community, Tórshavn 2012, ISBN 978-99918-65-46-1