Sunda kommuna er ein kommuna í Føroyum. Sunda kommuna er úrslitið av einum samstarvi millum kommunurnar í Sundalagnum í mong ár. Talan var tá um Hósvíkar-, Hvalvíkar-, Haldórsvíkar- og Sunda kommunur. Hetta samstarv var longi skipað í einum kommunufelagsskapi, men í 2003 varð hildið, at tíðin var búgvin at leggja saman í eina felags kommunu, saman við bygdunum Gjógv og Saksun. Við fólkaatkvøðu í øllum bygdum var uppskotið um samanlegging samtykt, og 1. januar 2005 fór nýggja kommunan til verka.

Sunda kommuna
Sunda kommuna á Føroyakortinum.
Borgarstjóri Heðin Zachariasen
Vídd 158 km2
Íbúgvar 1.663 (2011)
Fólkatættleiki 10,4/km²
Heimasíða Sunda.fo

Bygdirnar fram við Sundalagnum hava eina langa og ríka søgu. Markatalsbygdirnar eru Hósvík (19 merkur), Hvalvík (24 merkur), Streymnes (12 merkur), Saksun (29 merkur og 8 gyllin), Haldórsvík (12 merkur), Tjørnuvík (24 merkur), Oyri (12 merkur), Norðskáli (4 merkur) og Gjógv (15 merkur). Í mangar øldir, tá landbúnaðurin var høvuðsálitið, var tætt samanhang millum markatal og fólkatal. Tá fiskivinnan so við og við mentist í 19. øld, fyrst við útróðri og síðan við sluppfiskiskapi, broyttist hetta mynstur tó. Í hesum tíðarskeiði vaks fólkatalið nógv, og hóast inntøkurnar meira og meira komu frá fiskivinnuni, var jarðarbrúkið enn ein týðandi partur av gerandisdegnum hjá teimum flestu. Tí vóru eisini nógv gerði løgd inn burturav haganum, serliga aftaná at myndugleikarnir góvu heimild fyri hesum í seinnu helvt av 19. øld og aftur við lógini frá 1938.

Sundið millum Eysturoynna og Streymoynna hevur ikki skilt bygdirnar frá hvørji aðrari, men heldur verið leiðin, sum fólk ferðaðust eftir, tá tey fóru á vitjan og tá tað ráddu um onnur ørindi. Tí ber til at siga, at hóast bygdirnar livdu sítt sjálvstøðuga lív, vóru eisini bond, sum bundu tær saman, í gaman og í álvara. Ein góð lýsing av hesum viðurskiftum er at lesa í bókini Á bygd fyrst í tjúgundu øld eftir víkamanninum Sámali Johansen.

Brúgvin um Streymin var tikin í nýtslu í 1973 og í 1976 Norðskálatunnilin, broyttust fortreytirnar hjá økinum grundleggjandi. Frá at vera ein heldur avsíðis partur í landinum, gav henda nýggja meginferðsluæðrin øktar møguleikar fyri vinnulívinum, umframt ferðingarmøguleikar fyri tey, sum eitt nú starvast í Havn ella á Skálafjørðinum.Við nýggju, samanløgdu Sunda kommunu er høvuðsætlanin, at Sundalagið skal taka tey tungu tøkini í felag, og menna alt økið eftir eini miðvísari ætlan, sum kommunustýrið setur út í kortið. Á henda hátt verður støði lagt undir eina menningartilgongd, ið svarar til tey krøv, sum samtíðin setur okkum.

Við nýggju, samanløgdu Sunda kommunu er høvuðsætlanin, at Sundalagið skal taka tey tungu tøkini í felag, og menna alt økið eftir eini miðvísari ætlan, sum kommunustýrið setur út í kortið. Á henda hátt verður støði lagt undir eina menningartilgongd, ið svarar til tey krøv, sum samtíðin setur okkum.


Verdur Kommunur í Føroyum Kommunum í Føroyum
Eiðis | Eystur | Fámjins | Fuglafjarðar | Fugloyar | Hovs | Húsa | Húsavíkar | Hvalbiar | Hvannasunds | Klaksvíkar | Kunoyar | Kvívíkar | Nes | Porkeris | Runavíkar | Sands | Sjóvar | Skálavíkar | Skopunar | Skúvoyar | Sumbiar | Sunda | Sørvágs | Tórshavnar | Tvøroyrar | Vága | Vágs | Vestmanna | Viðareiðis