Stephen Hawking
Stephen William Hawking CH CBE FRS FRSA (8. januar 1942 - 14. mars 2018) var ein ein enskur teoretiskur alfrøðingur, kosmolog, rithøvundur og granskanarleiðari fyri Centre for Theoretical Cosmology við háskúlan í Cambridge.
Hann er kendur fyri millum annað at vísa á at svarthol geva frá sær geisling. Í 1988 gav hann frá sær bókina (A Brief History of Time) sum var sera væl umtikin um allan heimin. Hon var millum annað á best seljanda listanum hjá bretska Sunday Times í 237 vikur.
Stephen var sum ungur raktur av nervasjúku, sum førdi við sær at hann gjørdist lamin við tíðini. Sjúkan hevði eisini við sær at hann fekk illa tosað. Í tí sambandi fekk hann sær eina teldu fasta í rullustólin. Teldan og programmið Equalizer, gjørdi at Stephen fekk gjørt orð og setningar, ið teldan síðani bar fram, og lættaði soleiðis um samskiftið.
Stephen Hawkings andaðist tann 14. mars 2018.[1][2] Familja hansara boðaði frá at hann fekk ein friðaligan deyða. Stephen var heiðraður av vísindafólki sum og fólki í skemtiídnaðinum á samfelagsmiðlum eftir deyða sín.[3]
Útgávur
rættaKendar bøkur
rætta- A Brief History of Time (1988)
- Black Holes and Baby Universes and Other Essays (1993)
- The Universe in a Nutshell (2001)
- On the Shoulders of Giants (2002)
- God Created the Integers: The Mathematical Breakthroughs That Changed History (2005)
- The Dreams That Stuff Is Made of: The Most Astounding Papers of Quantum Physics and How They Shook the Scientific World (2011)
- My Brief History (2013)
Samskrivað (skrivað saman við øðrum)
rætta- The Nature of Space and Time (við Roger Penrose) (1996)
- The Large, the Small and the Human Mind (við Roger Penrose, Abner Shimony og Nancy Cartwright) (1997)
- The Future of Spacetime (við Kip Thorne, Igor Novikov, Timothy Ferris og fororð eftir Alan Lightman, Richard H. Price) (2002)
- A Briefer History of Time (við Leonard Mlodinow) (2005)
- The Grand Design (við Leonard Mlodinow) (2010)
Fororð
rætta- Black Holes & Time Warps: Einstein's Outrageous Legacy (Kip Thorne, fororð frá Frederick Seitz) (1994)
Barnabøkur
rættaSkrivaðar saman við dóttur hansara Lucy.
- George's Secret Key to the Universe (2007)
- George's Cosmic Treasure Hunt (2009)
- George and the Big Bang (2011)
- George and the Unbreakable Code (2014)
- George and the Blue Moon (2016)
Filmar og røðir
rætta- A Brief History of Time (1992)
- Stephen Hawking's Universe (1997)
- Hawking – BBC television film (2004) við Benedict Cumberbatch
- Horizon: The Hawking Paradox (2005)
- Masters of Science Fiction (2007)
- Stephen Hawking and the Theory of Everything (2007)
- Stephen Hawking: Master of the Universe (2008)
- Into the Universe with Stephen Hawking (2010)
- Brave New World with Stephen Hawking (2011)
- Stephen Hawking's Grand Design (2012)
- The Big Bang Theory (2012, 2014 and 2017)
- Stephen Hawking: A Brief History of Mine (2013)
- The Theory of Everything – Feature film (2014) við Eddie Redmayne
- Genius by Stephen Hawking (2016)